Føroyska landsliðið hevur verið samlað síðani mánadagin. Bæði í gjár og fyrradagin vóru venjingar á skránni. Í dag er talan um innanhýsis landsdyst millum teir 24, sum eru úttiknir til landsdystin sunnukvøldið móti Finnlandi.
Jóan Símun Edmundsson (HB) varð ikki upprunaliga úttikin, tí hann hevur trupulleikar í rygginum, Hetta sást einki til í steypafinaluni og hann hevur eisini verið partur av landsliðsvenjingini í vikuni.
Tíverri fyri Alex Mellemgaard (B36), sum er úttikin á fyrsta sinni, so hevur hann fingið ein skaða í kænið, eftir ein samanstoyt í venjing mánadagin. Hann er ivasamur til dystin í dag, men verður tøkur aftur ein av komandi døgunum.
Talan er ikki bara um venjing, tí tað verður við altjóða dómara í miðjuni, at dysturin verður spældur. Tað verður nevniliga Petur Reinert, sum skal døma dystin.
Innanhýsis dysturin verður klokkan 10.30 á Tórsvølli.










