Innanhýsis ósemja í Siumut

Tað prutlar undir lokinum í Siumut-flokkinum hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Alequ Hammond, tí royndir politikarar í flokkinum finnast at tí, nýggja landsstýrið hevur fingið burturúr higartil.

Hans Enoksen, sum eisini er fyrrverandi floksformaður í Siumut, fer enntá so langt sum at siga, at Aleqa Hammond hevur logið fyri veljarunum, tí hon ikki hevur megnað at livað upp til tey mongu lyfti, hon gav undir valstríðnum.

– Eitt nú vísa veljarar á, at vit nú halda fram við fiskivinnupolitikkinum hjá IA, hóast vit lovaðu nakað annað. Og heldur ikki verður nakað gjørt fyri at betra umstøðurnar úti á bygd og fyri at basa arbeiðsloysinum, sigur hann.

Hans Enoksen, sum sjálvur hevur sæti í grønlendska landstinginum, hevur sett Alequ Hammond ikki færri enn seks fyrispurningar, so hon kann fortelja landstinginum, hvussu gongst við at halda givnu vallyftini.

– Tað verður eitt stórt vónbrot, um hon ikki megnar at koma við nøkrum ítøkiligum svari, sigur Hans Enoksen.