Innanhýsis ósemja í Fiskimannafelagnum

Í samrøðu við Útvarpið váttar formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, at semja er ikki í felagnum um, hvussu Carlton-málið skal loysast Nú meira enn fimm vikur eru farnar, síðan Fiskimannafelagið lýsti mynstringarbann mótvegis pelagiska skipinum Carlton, røkist einki fyri, at partarnir kunnu koma til sættis um, hvussu málið skal loysast.

Sambært Útvarpinum bendir mangt á, at ósemja eisini hevur tikið seg upp í Fiskimannafelagnum um hetta mál.

Í samrøðu við Útvarpið, váttar felagsformaðurin, Jan Højgaard, at allir sjey limirnir í felagnum ikki draga eina línu um, hvussu málið skal loysast.

Tað er eingin loyna, at felagsformaðurin hevur lagt dent á, at Carlton skal sigla eftir ídnaðarsáttmálanum sum sigur, at býtisprosentið er 27. Á hinari síðuni hevur reiðarin, Hanus Hansen, sagt, at hann hevur eina avtalu við manningina um, at býtisprosentið er 23,24.

Hesa avtalu vilja dekkararnir ikki kennast við.

Útvarpið sigur seg vita frá álítandi keldum, at ein stórur minniluti í nevndini í Fiskimannafelagnum er ónøgdur við gongdina í trætumálinum um Carlton. Tríggir av sjey nevndarlimum halda, at felagið eigur at finna eina millumloysn í manningarhýruni.

Limirnir í Fiskimannafelagnum, sum vóru við Carlton, ganga framvegis og bíða, og í løtuni veit eingin, hvør teirra lagna verður.

Onkur, sum var við skipinum, er farin til Grønlands, og aðrir hava tikist við fyrifallandi arbeiði.

Carlton siglir framvegis, men hevur ikki verið í føroyskari havn, síðan Fiskimannafelagið lýsti mynstringarbannið.

Teir, sum áttu ognarlutir umborð á skipinum, tá ið tað loysti í Føroyum seinast, hava fingið flestu lutirnar aftur.