Innanhýsis mál skulu eisini telja

Tað er eitt FIFA-krav, at reglugerðirnar hjá ymsu fótbóltssambondunum kring knøttin nú skulu standardiserast. Hetta soleiðis at FIFA - og í seinasta enda ítróttardómstólurin í Lausanne - altíð hava einsljóðandi reglur at halda seg til, tá trætumál skulu avgerast.
Tað inniber millum annað, at broytingar eisini verða gjørdar í føroysku kappingarreglunum. Ein av hesum broytingum verður, at frá komandi kappingarári skulu mál skotin á útivølli vektast tyngri, um tað stendur á jøvnum millum lið í stigum.
Sum er staðfesta føroysku reglurnar, at stendur á jøvnum í stigum, eru stig í innanhýsis uppgerðum avgerandi. Stendur eisini á jøvnum her, verður samlaði málmunurin avgerani. Altso telur málmunurin í innahýsis dystum ikki við í hesum - og tíansheldur mál skotin á útivølli.
Verður hetta rættað, er hetta tó eisini í størri samsvari við ætlanina handan verandi reglugerð. Tá varð broytingin serliga ætlað yngru deildunum, har tað fleiri ferðir er komið fyri, at tvey javnt sterk lið enda á sama stigatali. Hetta tí tey vinna á øllum hinum liðunum, og so kanska vinna hvør sína innanhýsis uppgerð - ella spæla báðar javnar.
Í uppskotinum varð dentur tá lagdur á, at tað í slíkum førum neyvan var ítróttarliga rætt, at avgerðin skuldi takast út frá, hvørt annað liðið hevði vunnið 3- ella 10-0 á onkrum av veikaru liðunum, og tí skuldu innanhýsis uppgerðir teljast fyrst. Í lógartekstinnum varð tó eitt mistak, sum førdi til, at hetta bert kom at fevna um stig í innanhýsis dystum. Ein avgerð, sum varð til dómsnevndarviðgerðar bert tvey umfør áðrenn kappingarlok, tá VB og HB vóru ájøvn í stigum. Og so var upprunaliga ætlanin við lógartekstinum brádliga ikki galdandi longur.
Hetta er tó ongan tíð broytt á aðalfundum síðani, men við nýggju FIFA-reglunum er nú líkt til, at mistakið verður rættað.