Innandurakappingar í Klaksvík

Innandurakappingarnar eru væl umtóktar og sera nógv lið vóru við í fjør. Sjómannakappingin hevur koyrt í nógv ár, meðan kappingin fyri yngru deildir var fyri fyrstu ferð avgreidd í 2008.

 

Skálaberg vann sjómannakappingina í fjør, meðan fleiri vinnarar í Bylgju Cup vórðu lið úr eysturoynni og høvuðsstaðnum. Taka vit foreldur og hjálparfólk við, so vitjaðu eini 500 fólk í KÍ høllini í fjør, tá kappingin fyri yngru deildirnar var.

 

Í ár umfatar kappingin eisini unglingar og allar gentudeildirnar.

 

Enn ber til at tekna seg til kappingina hjá Bláu Bylgju á m.a t-post blaabylgjan@blaabylgjan.com ella tlf 261221/258660 verður upplýst á heimasíðuni hjá fjepparafelagnum.