Innandura ísvøllur í november

Um stutta tíð verður ísvøllurin lagdur út aftur, men hesaferð verður hann inni í nýggjum tjaldi, sum Tórshavnar býráð samtykti at keypa í gjárkvøldið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at kommunan í dag hevur bílagt eitt tjald, sum - tá alt er uppsett mátar ikki minni enn 30 x 45 metrar.

- Tjaldið kann brúkast bæði summar og vetur til eitt ótal av ymsum tiltøkum. Heilt einastandandi er, at tað kann meira ella minni “skoytast uppí” fleiri av verandi hallum, skuldi tað verðið neyðugt, sigur borgarstjórin.

Hann vísir á, at viðgerðin og bíleggingin av tjaldinum hevur gjørt, at tað hevur drigið eitt sindur út við ísvøllinum, men høllin er bíløgd í dag, og seinast í næstu viku verður farið undir at seta hana upp á Skálatrøð.

- Tá ísvøllurin er innilokaður, verður eisini pláss fyri øllum møguligum øðrum í tjaldinum, bæði kaffi- og matsølu, undirhaldi og øðrum. Eg tori ikki at seta dato á enn, men um hálvan november eigur alt at fara at verða liðugt á Skálatrøð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.