Innandura skjótikapping við luftbyrsu

Føroya fyrsta kapping í luftbyrsuskjóting verður leygardagin 21. mai á Skála.

Føroya fyrsta kapping í luftbyrsuskjóting verður leygardagin 21. mai klokkan 10 í hølunum hjá El-Service á Skála. Fyriskiparar eru Rógvi Mohr og Kristvar Nilssen.

 

Teir siga, at øll, sum hava eina luftbyrsu við kikarasikti, eru vælkomin at melda til hesa serstøku kappingina, ið er hin fyrsta av sínum slag í Føroyum.

 

- Skotið verður fimm ferðir fimm skot á skivur og tann, ið hevur flest stig samanlagt, tá liðugt er, vinnur kappingina.

 

Rógvi Mohr og Kristvar Nilssen vísa á, at skotið verður eftir máli, sum er á 43 metrar.

 

- Kappingin verður uppi á loftinum í hølunum hjá El-Service, og her fáast eisini høgl til keyps á staðnum. Einki luttøkugjald er til kappingina.

 

Fyriskipararnir siga, at neyvari kunning liggur á facebook-síðuni - Luftbyrsuskjóting í Føroyum - og til ber eisini at tekna luttøku á hesi síðuni.

 

- Eftir kappingina, sum helst verður liðug um 13-tíðina, eru áskoðarar vælkomnir at síggja luftbyrsurnar og møguliga royna tær.

 

Rógvi Mohr og Kristvar Nilssen ætla, at hetta verður ein av umleið trimum undankappingum til stórt óalment FM í luftbyrsuskjóting seinni í summar, tá ætlandi verður skotið úr 50 og 100 metra fjarstøðu.