Millum jól og nýggjár er fastur táttur at skipa fyri innandurakappingum í Klaksvík.
Í nógv ár hava klaksvíkingar skipað fyri innandurakappingum og soleiðis verður eisini í ár. Kappast verður í øllum aldursbólkum og aldusbólkarnir eru skipaðir eins og FSF skipar teir næsta ár. Líka frá U6 og upp til U18.
Harumframt eru kappingar fyri vaksin og fyri sjómenn, sum vit kenna hesar kappingar undanfarnu ár.
Tilmelding fer fram á t-post blaabylgjan@blaabylgjan.com ella á telefon 295401/268335.










