Kappróður
Upprunaliga vóru tað seks bólkar at velja ímillum. Gentur og dreingir undir 18 ár, kvinnur lættvekt og tungvekt og menn lættvekt og tungvekt.
Men tað bleiv bert róð í fýra av hesum bólkum, tí at tað vóru ikki nóg mikið av kvinnum, sum høvdu teknað seg til. Treytin fyri at tað skuldi verða róð í bólkunum var, at í minsta lagi trý fólk høvdu teknað seg. Og so var ikki hjá kvinnunum. Men í hinum fýra bólkunum var luttakaratalið omanfyri kravda talið.
Fyrsti bólkur, sum róði vóru gentur undir 18 ár. Kappingin bleiv skipað soleiðis, at rógvararnir, í hesum førinum, genturnar fingu 20 minuttir at hita upp í, áðrenn tær fóru í holt við sjálvan róðurin. Ein róði í senn. Hetta gjørdi so tað, at kappingin bleiv nakað drúgv, men tað varð gjørt fyri at kunna hava nágreiniligt eftirlit við sjálvum róðrinum.
Genturnar, sum róðu, vóru í aldrinum 13 til 16 ár. Teinurin var 2.000 metrar og tann við bestu tíðini streyk avstað við sigrinum. Tá allar fýra genturnar høvdu róð, kundi staðfestast, at 16 ára gamla Ebba Mortensen úr Klaksvík kundi skriva søgu, sum fyrsti vinnarin av eini tílíkari rógvikapping í Føroyum. Vinnarar av hinum trimum bólkunum gjørdust hjá dreingjum, Kristian Olsen úr Klaksvík, hjá monnum lættvekt Uni Oknadal úr Klaksvík og hjá monnum Jón Rosenblad úr Lamba.
Ikki nógvir áskoðarar
Kappingin byrjaði sum sagt klokkan tíggju um morgunin, og klokkan mundi verða farin av tvey seinnapartin, áðrenn hon var liðug. Tí kann spurnartekin setast við, hvussu drúgt tað hevði verðið, um fleiri luttakarar vóru við. Til kappingina leygardagin vóru einans tvey eftirlitsfólk, tí tað varð ikki mett at vera tørvur á fleiri. Men um talan hevði verið um fleiri luttakarar, so høvdu fleiri eftirlitsfólk helst verið, og tí hevði verið møguligt at fleiri róðu í senn.
Tað vóru ikki nógvir áskoðarar í neystinum í Klaksvík til hesa fyrstu kappingina av sínum slagi, men kortini var kappingarhuglag í hølunum hendan dagin. Serliga tá rógvararnir nærkaðust endanum av teininum, og kreftirnar byrjaðu at ganga undan, høvdu tey fáu, sum vóru til staðar hug at eggja rógvaranum til at halda fram.
Fyri tey, sum ikki hava roynt at rógva á maskinunum, kann tað tykjast at ljóða lætt at rógva 2.000 metrar á eini maskinu. Men tað sást á øllum rógvarunum, tá tey vóru liðug, at tað sanniliga ikki er bert sum at siga tað. Summi duttu stutt sagt av maskinuni, tá tey vóru liðug og vóru so liggjandi á gólvinum eina góða løtu, meðan tey royndu at fáa luftina aftur og so frætt at kreftum í beinini, at hesi megnaðu at bera tey.
Tá ein rør ein tein upp á tíð, er tað sera krevjandi kropsliga, tí ein nýtir allar kreftir, sum ein hevur ta tíð, tað tekur at rógva. Og tað gongur serliga út yvir beinini, sum allatíðina eru í gongd. Har er ongin møguleiki at steðga á og fáa sær ein vatnsopa ella nakað líknandi.
Concept 2
Maskinurnar, sum róð varð á hendan dagin, eru tær sonevndu Concept 2 maskinurnar. Hesar maskinurnar verða eisini nýttar í altjóða kappingum uttanlanda, so her er talan um ein gyltan møguleika hjá føroyskum rógvarum at luttaka á jøvnum føti við onnur uttanlanda. Her verður hugsað um, at tá føroysku rógvararnir rógva kapp á sjónum uttanlanda, er tað við øðrum slagi av báti enn tey dagliga rógva við herheima. Eitt nú á Scilly oyggjunum.
Men her hava tey møguleika til at venja við maskinum, sum eru líka sum tær, ið útlendskir rógvarar venja við uttan at verða noydd at læra seg ein annan rógvi teknikk.
Tey seinastu árini hava alt fleiri føroysk feløg útvegað sær tílíkar maskinur. Tær verða mettar at vera avbera góðar fyri konditiónina, hóast tað als ikki kann sammetast við at rógva í tí føroyska bátinum.
Og tí helt nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag, at tað kundi verið áhugavert at skipað fyri eini tílíkari kapping í Føroyum. Tey byrjaðu at tosa um tað í fjør, men tað bleiv ikki til nakað. Tá so kappróðurin byrjaði aftur í ár, tóku tey prátið uppaftur, men fóru eisini meiri miðvíst í gongd við fyrireikingararbeiðið. Millum annað spurdu tey rógvarar úr øðrum feløgum á stevnum, um tey hildu, at tað var grundarlag fyri at hava eina tílíka kapping her, og útfrá áhuganum tá og eisini út frá svarunum upp á hendan spurningin á heimasíðuni hjá felagnum, bleiv avgjørt at hava eina royndarkapping. Og henda royndarkappingin var so leygardagin.
FM kapping
Sosialurin frættir frá Klaksvíkar Róðrarfelag, at tey hava hugsað um at skipa fyri eini Føroyameistarakapping í Concept 2, men tey hava ikki gjørt nakað ítøkiligt við tað enn.
Spurningurin er, nær tað er best at hava eina tílíka kapping. Í februar, tá rógvararnir júst eru farnir í gongd aftur við venjingarnar ella eftir Ólavssøku, tá tey munnu metast at vera best fyri.
Ein vansi við at hava eina tílíka kapping beint eftir Ólavssøku er, at møguliga er hugurin til tess ikki so góðir millum rógvarar, sum vanliga eru sera troyttir av kappróðri eftir Ólavssøkuna. Hinvegin verður hon hildin, áðrenn kappingarárið er byrjað, so er stórur møguleiki fyri, at tíðirnar ikki verða so góðar, sum tær kundu verið seinni á árinum.
Ein orsøk til, at undirtøkan fyri NS Open ikki var so góð, kann nevniliga vera, at tað enn er so stutt fráliðið frá Ólavssøkuni, og tí er tað ikki byrjað at kripla í fingrunum hjá rógvarunum eftir at sleppa í gongd aftur enn.
Sekstan fólk róðu teir 2.000 metrarnar í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag leygardagin, og eftir lokna kapping, vórðu heiðursmerkir og kekkar handað.
Tað er Norðoya Sparikassi, sum stuðlaði kappingini og lat vinningarnar og heiðursmerkini.
Úrslit frá NS Open:
Gentur undir 18 ár:
1Ebba Mortensen8:50:70
2Sunrid Mørkøre9:15:40
3 Hellen Jacobsen9:19:00
Dreingir undir 18 ár:
1Kristian Olsen6:42:50
2Martin Berg7:01:80
3Sigfríð Hansen7:16:10
Menn, lættvekt:
1Uni Oknadal6:42:80
2 Snorri Patursson6:47:80
3Mogens Petersen7:22:80
Menn, tungvekt:
1Jón Rosenblad6:16:00
2 Bárður Brimvík6:35:30
3Símun M. Kerlok6:42:70