Maðurin er dømdur fyri saman við einum øðrum at hava koyrt kapp á Havnagøtu og á Kongabrúnni í august mánað í ár. Somuleiðis koyrdi maðurin ímóti ferðsluni, og tað endaði við einum samanstoyti við ein mótkoyrandi bil.
Ákærin nøgdur
Dómurin, sum fall í Føroya Rætt í gjár, er í tráð við tað, sum ákærin í málinum, Linda Hesselberg, hevði kravt. Á rættarfundinum fyri viku síðani kravdi ákærin, at tann ákærdi bleiv dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og at hann harafturat skuldi missa koyrikortið í hálvtannað til tvey ár. Tí er Linda Hesselberg nøgd við dómin, sum Føroya Rættur segði í gjár.
- Eg eri nøgd við dómin, tí tað hevur verið leingi verið ein trupulleiki við kappkoyring í høvuðsstaðnum. Við hesum dómi hevur Føroya Rættur vónandi givið eitt greitt tekin um, at hetta ikki verður góðtikið, og at tú kanst rokna við treytaleysari fongsulsrevsing, um tú koyrir skilaleyst, sigur Linda Hesselberg.
Hin bilførarin, sum var við í kappkoyringini, hevur noktað seg sekan í at hava tikið lut í kappkoyring, men málið móti honum verður væntandi reist í næstum. Linda Hesselberg sigur, at tann bilførarin kann vænta sær ein ákæru. Ákærin sigur, at dómurin, sum fall í gjár, fer at hava ávirkan á tað málið.
- Maðurin, sum bleiv dømdur í gjár, játtaði seg partvís sekan í at hava koyrt kapp, og tað skulu jú tveir bilar til eina kappkoyring, sigur Linda Hesselberg at enda.










