Inn at shoppa mótan

Glyvrar: - Eg havi altíð fingið góða tænastu her í Shop-Inn, sigur Mary Klein úr Fuglafirði. Mikudagin vitjaði hon enn eina ferð í mótahandlinum á Glyvrum

Nú tað stundar til stevnu, er ikki frítt, at tey mongu handilsfólkini á eystara armi á Skálafjørðinum hava gjørt seg út.

Ein teirra er mótahandilin Shop-Inn, har úrvalið er stórt og har nógv verður gjørt burtur úr at vísa klæðini fram á rættan hátt.

Mary Klein ynskti hesa løtuna eisini at síggja, hvat úrval nú fekst her. Hon gongur á Handilsskúla á Kambsdali, og hevði henda dagin bert ta einu royndina eftir.

- Ja, so er liðugt fyri í summar, slóð hon fast.

Mary hevur mangan áður vitjað í Shop-Inn, og kann bara staðfesta, at tey duga væl at selja klæðir.

- Eg kann so ikki seta fingurin á nakað. Hetta er eitt fittligt fólkaslag, sigur Mary Klein brosandi.

Hon er ikki einasti fremmandi gesturin í dag. Stutt frammanundan høvdu tvær konur úr Klaksvík verið í somu ørindum.


Detti inn á gólvið

Veðrið var avgjørt til vildar at keypa sær klæðir henda mikudagin í farnu viku.

Sólin skein oman og niðan, og øll tyktust vera í góðum lagi. Eisini handilsfólkini vóru merkt av góða veðrinum, m.a. her á Glyvravegnum.

Granni hjá Shop-Inn er blómuhandilin Orkis, og her var eitt gott úrval av vøkrum blómum sett út fyri dyr at leska sær av sólini.

Inni í mótahandlinum gekk Mary og hugdi eftir tí stóra úrvalinum sum finst í handlinum við tí avmarkaða plássinum.

Hetta er ikki fyrstu ferð at Mary er farin inn í Shop-Inn.

- Eg plagi at detta inn á gólvið her viðhvørt, sigur hon við einum brosi. - Ja, tað er faktist næstan hvørja ferð eg fari út á Skálafjørðin.


Buksur

Í mótahandlinum finst nógv av tí sum kvinnum dáma at hyggja eftir, royna og í mongum førum eisini keypa.

Hetta sama kundi Mary úr Fuglafirði eisini staðfesta: Úrvalið hjá Shop-Inn er meiri til hennara stíl.

- Mær dámar sera væl at koma inn her. Eg finni næstan altíð tað, sum eg komi eftir, sigur hon.

Í dag vóru hon og dóttirin, Marna sum nevnt farnar út á Skálafjørðin at hugna sær í góðveðrinum. Men hon hevði eisini eitt annað ynski, ið hon vónaði at fáa uppfylt her.

- Eg ætlaði at hyggja mær eftir einum vanligum buksum. Men nú komu tit og órógvaðu meg, sigur hon við einum brosi.

Um hon fekk keypt sær sínar buksur, skal kortini verða ósagt.





Øðrvísi úrval

Mótahandilin Shop-Inn er ein av mongum í Runavíkar kommunu.

Hjá kvinnum er tað ein sannroynd, at stuttligt er at fara burtur í aðra bygd at tjekka úrvalið av á tí staðnum.

Undir eini vitjan í einum mótahandli í Fuglafirði herfyri, hittu vit eina kvinnu úr Klaksvík sum var farin til handils her.

Hetta kann handilskvinnan, Harriet Højgaard eisini staðfesta, tí higar koma fólk allastaðni frá, bæði úr Eysturoynni, Havnini og aðrastaðni.

- Beint áðrenn tit komu, vóru tvær konur frá Klaksvík her, sigur hon.