Ein av stuðulsleikarunum í FC Barcelona seinastu mongu árini, Andrés Iniesta, kunngjørdi í dag, at hann gevst í spanska stórfelagnum eftir hetta kappingarárið. Tað boðaði hann frá á einum tíðindafundi.
Tann nú 33 ára gamli miðvallarin kom til FC Barcelona longu í ungdómsdeildini, og síðani 2002 hevur hann verið fastur partur av besta liðnum, har hann seinastu árini eisini hevur verið liðskipari.
- Eftir 22 ár í felagnum veit eg meira enn nakrantíð, hvat tað inniber at vera Barca-spælari – at vera spælari í heimsins besta felagi, segði Iniesta á tíðindafundinum, har hann var týðiliga rørdur og ikki fekk hildið tárunum afturi.
Andrés Iniesta, sum hevur spælt 670 dystir við FC Barcelona og 129 landsdystir við Spania, hevur seinastu tíðina ikki havt eins stóran leiklut á Bacelona-liðnum, og tað er eisini høvuðsorsøkin til, at hann nú fer aðrastaðni at spæla.
- Eg hevði ikki fyrigivið mær sjálvum, um eg í framtíðini kom í eina óvissa støðu her. Tað hava hvørki felagið ella eg uppiborið, segði Iniesta á tíðindafundinum.
Tað er framvegis ógreitt, hvar Andrés Iniesta fer at spæla eftir hetta kappingarárið, men tað eru gitingar um, at hann helst fer at spæla í Kina ella í USA.