Spanski Andrés Iniesta úr FC Barcelona er kosin besti spælari í Evropa. Hetta gjørdist greitt seinnapartin, eftir at hann í atkvøðugreiðslu hjá 53 ítróttarjournalistum legði bæði Lionel Messi og Cristiano Ronaldo aftur um seg. Handanin av steypinum fór fram í Monaco, har lutakastið til bólkaspælið í Champions League fór fram eina løtu frammanundan.
Iniesta vann í ár EM saman við landsmonnum sínum úr Spania. Kappingarárið 2011/2012 var Iniesta sum vera man ein av mest eyðsýndu leikarunum hjá FC Barcelona, og skeyt hann átta mál í 47 dystum. Hetta er ikki nógv samanborið við Ronaldo og Messi, men er vert at leggja til merkis, at uppgáva hansara á miðvøllinum er ein onnur.
Uttanfyri fótbóltsvøllin gongur eisini væl hjá Andrés Iniesta. Kortsíðani bleiv hann giftur við Anna Ortiz, sum hann hevur hildið saman við í fýra ár.
Tað er enn ikki greitt, hvør endaði á øðrum plássi í atkvøðugreiðsluni, men hini plássini fullu soleiðis:
4) Andrea Pirlo, Juventus
5) Xavi, FC Barcelona
6) Iker Casillas, Real Madrid
7) Didier Drogba, Chelsea
8) Peter Cech, Chelsea
9) Radamel Falcao, Atletico Madrid
10) Mesut Özil, Real Madrid
- Liðini eru tey, sum leikarin umboðaði kappingarárið 2012/2013