Í dag fyllir Ingvard Thorsteinson í Vági 75 ár. Tað er ikki meira enn vika siðani, at hann var við bátinum hjá Bjarna Brattaberg, Norðfarið, og teir settu kalvalínu.
Teir komu aftur at landi við stórum fongi. 37 kalvar og í alt var fongurin 1300 pund. Við vóru Bjarni Brattaberg, Ingvard Thorsteinson og Danjal Petur Thorsteinson, ið eisini er kendur sum ánari av Skarv í Keypmannahavn.
Tá teir næstsíðsta leygardag sigldu longur úteftir, tá aðrir sigldu inn, í baldruta sjónum, gav tað vinning.
Teir hva verið á Munkagrunninum, tað teir rópa Uttan Stein, og eisini er Lítla Dímun nýtt sum ýti og hava teir roynt á Stronginum, har sera streymhart er.