Ingvør Nolsøe stillar upp

Ingvør Nolsøe stillar upp fyri Sambandsflokkin til bæði Fólkatingið og Løgtingið Ingvør Nolsøe, sum vit kenna sum debatør, lýsingarkvinnu og sum virkin innan føroysku kvinnurørsluna, hevur gjørt av, at hon ætlar sær uppí politikk. Sambært Dimmalætting ætlar Ingvør at stilla upp fyri Sambandsflokkin, bæði til Fólkatingið og eisini til Løgtingið.

- Eg havi ongantíð áður verið limur í nøkrum politiskum flokki, men nú eri eg limur í Sambandsflokkinum, sigur Ingvør Nolsøe við Dimmuna.

Ingvør fegnast eitt nú um, at Sambandsflokkurin hevur virkað fyri at skipa Føroyar sum eitt valdømi, og á tann hátt hevur ruddað slóð fyri at fáa fleiri kvinnur fram, umframt at flokkurin hevur skotið upp, at vit halda eina fólkaatkvøðu um ríkisstøðuna í 2012.

Dimmalætting skrivar eisini, at Ingvør Nolsøe er 56 ára gomul, eigur og rekur Stephanssons Húsi á Kongabrúnni, hevur havt sæti í Oljutinginum, var við til at stovna kvinnuáhugabólkin URD og Kvinnufylkingina.

- Nú stilli eg upp til Fólkatingið og Løgtingið, og eg ætli mær inn. Eg vil fegin vera tann, sum skal føra ein nýggjan og modernaðan Sambandsflokk fram, sigur Ingvør Nolsøe við blaðið.