Vinstrasinnaða uppreistrarrørslan í Kolombia burturflutti í 2002 forsetavalevnið Ingrid Betancourt. Síðani hevur rørslan fleiri ferðir boðið sær til at lata hana leysa í býti við egnar limir, sum sita í kolombiskum fongslum, men hesum tilboði hava myndugleikarnir havnað.
Men sambært BBC er stjórnin nú sinnað at ganga við til eitt býti. Ein talsmaður hjá stjórnini sigur, at stjórnin hevur latið FARC eitt tilboð, sum kann gerast byrjanin til eitt fanga- og gíslabýti. Eygleiðarar halda, at vælvildin hjá kolombisku stjórnini kemst av leysatíðindum um, at Ingrid Betancourt er illa sjúk, og at tað hevur fingið Alvaro Uribe, forseta at taka undir við einari býtisavtalu við FARC.
Ingrid Betancourt, sum er hálv fronsk og hálv kolombisk, er tann best kendi gíslin, sum FARC hevur. Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, hevur heitt á FARC um at lata hana leysa, og somu áheitan hevur rørslan fingið frá venesuelska forsetanum, Hugo Chavez.