Tað er í dag eitt ár síðani, at Jógvan Skorheim í Klaksvík og Magni Arge á Argjum fóru í farloyvi úr Løgtinginum. Fyri teir báðar komu ávikavist Bárður Kass Nielsen og Ingolf S. Olsen á ting.
Tá tingfólk gerast landsstýrisfólk skulu tey lata tingsessir frá sær, um tey eru vald á ting. Tí eru altíð varafólk fyri tey í løgtinginum. Men tað hevur ikki verið vanligt, at onnur tingfólk hava so long farloyvi úr Løgtinginum.
Men lyfti hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum í sambandi við fólkatingsvalið var, at tann hjá teimum, sum valdur varð á Fólkating í øllum førum ikki fór at røkja løgtingssessin eisini. Tí mátti Magni Arge biða um farloyvi fyri at røkja farloyvisstarvið í Fólkatinginum.
Klaksvíkar býráð, vildi sum einasta kommunustýri, ikki loyva borgarstjóranum at hava sæti á Løgtingi. Tí mátti Jógvan Skorheim biða um farloyvi úr løgtinginum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður úr Javnaðarflokkinum, varð ikki valdur á ting á løgtingsvalinum. Men hann hevði komið inn sum varamaður, tá landsstýrið varð skipað. Tí re hann eisini í farloyvi úr løgtinginum.
Fyri einum ári síðani, tann 17. september í 2015, skrivar løgtingið soleiðis í gerðabókini:
»Skriv frá Jógvan Skorheim, dagfest 15. september 2015, har biðið verður um farloyvi, og at næsti á lista Nýggja Sjálvstýris tekur sæti á tingi.
Skriv frá Magna Arge, dagfest 17. september 2015, har biðið verður um farloyvi, og at næsti á lista Tjóðveldis tekur sæti á tingi
Formaðurin heitti á Kristin Michelsen, Annitu á Fríðriksmørk, Bárð Nielsen, Jákup Mikkelsen, og Honnu Jensen um at kanna, hvør er næstvaldur á lista Nýggja Sjálvstýris og Tjóðveldis
Annita á Fríðriksmørk mælti til vegna seg sjálvan, Jákup Mikkelsen, Bárð Nielsen, Kristin Michelsen og Honnu Jensen, at Bárður Kass Nielsen tekur sæti á tingi fyri Nýtt Sjálvstýri, og at Ingolf S. Olsen, tekur sæti fyri Magna Arge
Samtykt uttan atkøðugreiðslu, at Bárður Kass Nielsen og Ingolf S. Olsen taka sæti á tingi.«