Hon vísti á, at tað var ein stórur feilur, at landsstýrið ikki hevur tikið fakfeløgini upp á ráð, soleiðis sum avtalað varð, tá málið varð tikið aftur í fjør.
Hon segði eisini, at hon, í mun til fleiri í Løgtinginum og í fjølmiðlunum, trýr upp á málið um at stytta arbeiðsvikuna.
Hon segði, at samgongan hevur eina greiða avtalu um at stytta arbeiðsvikuna, og verður tann avtalan ikki hildin, so er eingin samgonga.










