Á móttøkuni í Tinganesi í gjár, tá tvær landsstýriskvinnur vórðu tilnevndar, Margit Stóra, sum flytur úr Heilsumálaráðnum í Umhvørvismálaráðið, og Súsanna Bertholdsen, sum er nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum.
Orsøkin til hetta skiftið var sum kunnugt, at Ingilín Didriksen Strøm varð noydd at leggja frá sær, tá ein meiriluti í Løgtinginum misti álitið á henni í málinum um langtíðarhaldføri hjá Bústøðum. Talan var um eitt andstøðuuppskot, sum Erling Eidesgaard og Liljan Weihe úr Tjóðveldi søgdu seg fara at taka undir við.
Spurd hvussu tað kennist, nú nýtt fólk er komið í Umhvørvismálaráðið sigur Ingilín Didriksen Strøm, at tað kennst eitt sindur dupult.
Spurd um hon er beisk, er svarið eitt greitt »nei«.
##med2##
– Eg sá tað sum ein øgiliga stóran heiður og møguleika at sleppa at arbeiða við næstan øllum mínum hjartamálum. Men tá tú fert upp í politikk, so veitst tú, at ein slíkur sessur bara er til láns.
– Tað bleiv so heilt ótrúliga keðiligt, men eg haldi at Margit Stórá, sum kemur í sessin nú, fer at taka sær væl av teimum málsøkjum, sum eg havi havt, segði Ingilín Didriksen Strøm við in.fo á móttøkuni í Tinganesi í gjár.
Spurt um hon kann samstarva við tey bæði tingfólkini úr samgonguni, sum feldu hana, svarar hon, at tað hevur hon ikki so nógvar viðmerkingar til.
– Hatta er ein leiðsluspurningur, hvat man ætlar at gera við tað, bæði í samgonguni og í flokkunum, sum eru í samgonguni. Og eg eri ikki partur av teimum leiðslunum, so tað er ein spurningur, tú kanst seta onkrum øðrum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
– Tá tú ert í politikki, so skalt man samstarva, sjálvt um vit kanska ikki altíð eru allar bestu vinir, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Fyrrverandi landsstýriskvinnan í umhvørvismálum er nú aftur tingkvinna. Hon varð fyrstu ferð vald á ting á løgtingsvalinum í 2019 og afturvald í 2022 sum nummar tvey hjá Javnaðarflokkinum við 787 atkvøðum.
##med3##
Ingilín er komin aftur í tingið. Tað hendi samstundis, sum hon legði frá sær sum landsstýriskvinna.
Nú Súsanna Bertholdsen er farin í landsstýrið, verður aftur boð eftir fjórða varatingfólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum er Kim Durhuus, ið er nummar 13 á listanum. Hann misti tingsessin tann dagin, tá Ingilín Didriksen Strøm fór frá sum landsstýriskvinna, men kemur nú aftur á ting.