Ingigerð á Trøðni 60 ár

Sunnudagin 18. januar fyllir Ingigerð á Trøðni í Havn 60 ár. Ingigerð er fødd á Frederiksberg, dóttir Karen, f. Olsen, úr Helsingør, og Heina á Trøðni úr Havn.

Eftir lokið studentsprógv tók hon læraraprógv á Københavns Dag- og Aften Seminarium í 1969. Hon var lærari í Hvidovre frá 1966-70. Frá 1970-85 var hon lærari á venjingarskúlanum í Havn, samstundis sum hon undirvísti á Føroya Handilsskúla frá 1975-85.

Í 1983/84 var hon á árskeiði á Fróðskaparsetri Føroya við serligum denti á siðsøgu og enskt. Saman við Marionnu Simonsen hevur hon greitt úr hondum lærubókina Maskinskriving I .

Síðan 1985 hevur Ingigerð verið stjóri á Kunningarstovuni í Havn. Eitt av hennara hjartamálum er gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn, sum hon saman við øðrum var við til at stovna í 1993. Tey skipa fyri gongutúrum í Føroyum og nú eisini í Hetlandi um summari. Hon er eisini ferðaleiðari á gongutúrum, eitt nú í gomlu Havnini.

Hon er virkin í felagsskapinum Inner Wheel, sum er ein grein av Rotary-klubbinum.

Ingigerð er gift við Kjartani Kristiansen, úr Havn, tey eiga tvær døtur: Kristinu, sum er gift og býr í Odense og eigur børnini Sunnivu, Kjartan og Selmu, og Sissal sum býr í Havn.