Ingibjørg og liðfelagarnir eru eitt stig frá oddinum

ÍBV vann frálíkan sigur á Stjørnuni á útivølli

Ingibjørg Olsen og liðfelagar hennara í ÍBV eru nú næstfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV vann í kvøld frálíkan 22-18 sigur á Stjørnuni á útivølli. ÍBV legði hart út, og var á odda 7-0 áðrenn Stjarnan svaraði aftur. Í steðginum var støðan javnleikur 9-9.

 

Ingibjørg skoraði trý mál fyri ÍBV.

 

ÍBV er nummar tvey í deildini við 18 stigum, einum stigi færri enn oddaliðið, Valur sum er fremst við 19 stigum.

 

Leygardagin klokkan 14 verður føroyingauppgerð úti á Heimey, tá ÍBV tekur móti Natasju Hammer og hennara liðfeløgum í Haukum.