Ingibjørg og ÍBV vunnu aðru fjórðingsfinaluna

ÍBV skal spæla eina triðju og avgerandi fjórðingsfinalu móti Stjørnuni

Ingibjørg Olsen skoraði aftur eitt mál fyri lið sítt, ÍBV sum leiktu aðru fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á útivølli móti Stjørnuni leygardagin.

 

Aftaná 22-28 tap í fyrstu fjórðingsfinaluni á heimavølli á Heimey reisti ÍBV seg í stórum stíli á útivølli ígjár. ÍBV vann stórsigur 33-24. Í steðginum vóru eyjakonur á odda 16-12.

 

Hetta merkir, at Ingibjørg og liðfelagarnir skulu spæla eina triðju og avgerandi fjórðingsfinalu móti Stjørnuni á heimavølli.

 

Tann dysturin verur leiktur komandi týskvøld klokkan 19.