Ingibjørg og ÍBV taptu eisini aðru hálvfinaluna

Tað sær svart út hjá ÍBV at røkka finalunum

Ingibjørg Olsen skoraði eitt mál tá hon og liðfelagarnir í ÍBV eisini vóru fyri tapi í aðru hálvfinaluni í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV tapti 18-20 fyri Fram á heimavølli í kvøld. Í steðginum var støðan javnleikur 9-9.

 

Fram er á 2-0 í uppgerðunum har spælt verður best av fimm dystum.

 

Triðja hálvfinalan verður leikt í Reykjavík komandi hóskvøld klokkan 20.40.