Ingibjørg Poulsen vann silvurmerkið í kúlustoyt

Ingibjørg Poulsen, sum er í Aalborg í lestrarørindum, vann sær enn eitt heiðursmerki í Danmark tá hon sunnudagin gjørdist nummar tvey í Kúlustoyt á innandura "Vestdansk Mesterskab". Tað er tað sum fyrr æt Jysk-Fynsk mesterskab. Ingibjørg stoytti kúluna út á 9.89 m.

Ingibjørg hevur fyrr vunnið eitt i bronsu merkið innandura og tvey bronsumerkip uttandura til tað Jysk-Fynska meistaraheitið, og tvey silvurmerkið til Amstmesterskabet. Harafturat hevur hon tvey 5?ta pláss frá donskum meistaraheitum at vísa á, so ikki kann sigast annað enn at hon hevur bitið seg fasta í toppin í Danmark tá man tosar um at kasta. Tað verður spennandi at fylgja henni á komandi oyggjaleikum har hon luttekur í Kúlustoyt, Hamarkast og Diskoskast. Hon eigur tað føroyska metið í øllum hesum greinunum.