Tað gongur framúr væl hjá Havnar Róðrarfelag í barnaróðrinum. Nýggja 5-mannafarið, Ingibjørg, vann bæði dreingja- og genturóðurin á norðoyastevnu. Ingibjørg vann bæði dreinja- og genturóðurin á jóansøku, og í kvøld hevur Ingibjørg vunnið bæði dreingja- og genturóðurin í barnakappingini.
Á jóansøku vunnu genturnar umborð á Ingibjørg frammanfyri Firvald. Soleiðis var tað eisini í kvøld. Falkur var nummar trý á jóansøku.
Í kvøld var Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ nummar trý. Á jóansøku var Spógvin nummar seks.
1 Ingibjørg 02.41.08
2 Firvaldur 02.42.05
3 Spógvin 02.42.39
4 Frúgvin 02.43.07
5 Pílur 02.43.15
6 Sílið 02.45.02
7 Svalan 02.45.19
8 Kollur 02.46.25
9 Falkur 02.46.25
10 Havfrúgvin 02.49.48
11 Ørnin 02.51.41
12 Knúkur 02.54.33
13 Fípan Fagra