Ingibjørg fult stigatal

Hesaferð var tað í sera stórari kapping við Firild, at dreingirnir í Havnar Róðrarfelag vunnu á ólavsøku

Tað var sera tætt og spennandi, tá ið dreingirnir kappaðust í barnaróðrinum.

Aftur hesaferð var tað Ingibjørg úr Havnar Róðrarfelag, sum vann kappróðurin millum dreingir í barnaróðrinum.

Einasti stóri avbjóðarin var Firildur av Tvøroyri. Hesir báðir bátarnir fóru undan øllum hinum. Í endaspurtinum vóru teir stavn um stavn, men í síðstu tøkunum vóru fleiri knotur í havnardreingjum, sum fóru fyrstir um málið.

Harvið vann Ingibjørg fyri sjeyndu ferð og hevur tískil fult stigatal.

FM heitið hevði Ingibjørg tryggjað sær undan ólavsøku, og nú vunnu óføru havnardreingirnir eisini ólavsøkuróðurin. Tað fær ikki verið betri hjá ungu og knáu manningini.

 

1. Ingibjørg 2.51.40

2. Firildur 2.52.01

3. Tjaldrið 2.55.08

4. Falkur

5. Ternan

6. Beinta

7. Knúkur

8. Svalan

9. Jallurin

10.Ørnin

11.Silja

 

FM úrslitið

1. Ingibjørg (FM) 35

2. Firildur 28 

3. Tjaldrið 27

4. Falkur 24

5. Jallurin 17

6. Beinta 12 

7 Ternan 7

8 Svalan 7

9. Knúkur 1