TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi á Rás2, aftaná 26-20 sigurin hjá VÍF á H71 í Hoyvíkshøllini. Hoyr :
1) Samrøðu við Inga Olsen, venjara hjá VÍF, sum slær fast, at hóast finaluplássið er gott og væl tryggjað, so ætla vestmenningar at halda fokus, og ikki at slaka í dystunum, sum eru eftir at leika áðrenn FM-finalurnar.
2) Samrøðu við Ára Dam, H71, sum iðrar seg um tapið á heimavølli, men sum enn er við gott mót, at H71 kann koppa Kyndli á útivølli sunnudagin, og vinna seg uppá 2. plássið, sum gevur atgongd til FM-finalurnar.










