Nú er Ingi tó av álvara byrjaður at venja aftur, og í B36 vóna tey ivaleyst, at hann verður tøkur, tá farið verður undir seinnu hálvu av kappingini í Formula-deildini.
---
Aðru ferð hjá Gattuso
Tá Glasgow Rangers í 1997 spældu Europa-Cup dyst móti Glasgow Rangers, var ein av spælarunum í skotska hópinum tann tá bert 18 ára gamli Ivan Gennaro Gattuso. Italski stríðsmaðurin var tá bert eykamaður hjá skotsku meistarunum, og hann kom als ikki á vøllin, men hann var tó við, tá gøtumenn vitjaðu í Glasgow. Millum spælararnir hjá GÍ ta ferðina vóru Jens Martin Knudsen, sum nú er málmansvenjari hjá landsliðnum og Sámal Joensen, sum hesa ferð hevur givið avboð vegna skaða.
---
Jón Rói og Hjalgrím í Italia
Á B71-heimasíðuni vita tey at siga, at tveir av føroysku spælarunum áður hava spælt móti Italia. Jón Rói Jacobsen og Hjalgrím Elttør vóru í 2000 partur av føroyska U18-landsliðnum, sum var í EM-undankappingarbólki við millum øðrum Italia. Ta ferðina taptu Føroyar 6-0 fyri italiumonnum. Venjari var júst Jógvan Martin Olsen, sum eftir dystin segði, at hetta var besta lið, sum hann nakran tið hevði dystast við. Eingin av italsku spælarunum leygardagin var við á liðnum ta ferðina.
---
Mynd: Leandro (Jonhard kemur við henni)
Leandro spælir í morgin
Gøtumenn hava í hesum døgum 23 ára gamla Leandro Temeroso da Silva til royndarvenjingar í felagnum. Um vikuskiftið verður hann partur av liðnum, tá gøtumenn fara at spæla venjingardyst. Og so verður tað upp til venjaran at gera av, hvørt hetta er maðurin, sum skal styrkja um GÍ-álopið restina av hesum kappingarárinum.