Næstbesta liðið hjá Víkingi plagar at vera við í kappingini um heiðursmerki. Fyrstu umførini í ár koppaðu úrslitini ikki Víkingi til fyrimunar, men nú er tað farið at líkjast tí, sum tað plagar at vera.
Í dag vann Víkingur 3-2 á heimavølli ímóti FC Hoyvík. Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur 13 stig og er á fjórða plássi. Tað eru trý stig fram til B71 og FC Suðuroy, og tað eru fimm stig fram til B36, sum er topplið við 21 stigum.
Frá tí at Sjúrður Jensen í 27. minutti legði FC Hoyvík á odda 2-1 og inntil eitt korter undan leikloki var FC Hoyvík á odda. Tá var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum eftir horna javnaði til 2-2. Hann hevði í 12. minutti javnað til 1-1 og var sostatt tvífaldur málskjútti í dag.
Tað er ikki á hvørjum ári, at 18 ára gamli Ingi Arngrímsson er málskjútti, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann skoraði tvey mál í næstbestu deildini, har hann higartil til saman hevur skorað fimm mál, veit FaroeSoccer at siga. Í 2023 skoraði hann eitt mál og í 2022 tvey mál í 1. deild.
Fróði Rasmussen legði FC Hoyvík á odda 1-0 longu í triðja minutti. 3-2 sigursmálið hjá Víkingi skoraði liðformaðurin Óla Kristian Skála Jacobsen við brotssparki, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.
FC Hoyvík, sum er næstaftast við fýra stigum, fer um eina viku at eiga heimavøll ímóti AB. Víkingur fær um eina viku vitjan av FC Suðuroy.