Ingi væntandi við

Líkt er til, at spælskiparin er komin somikið væl fyri seg, at hann verður førur fyri at taka lut í dystinum leygardagin

landsdystur

- Jú, eg haldi tað gongur rætta vegin. Eg havi vant í kvøld, og sjálvt um eg ikki koyrdi 100% á, so haldi ? og vóni eg ? at eg nú eri somikið frægur, at eg fái verið við leygardagin.
Tað eru upplyftandi boðini, sum Ingi Olsen hevði at bera, tá vit hóskvøldið ringdu til hansara at vita, hvørt hann nú er komin somikið fyri seg eftir skaðasteðgin, at hann verður tøkur hjá landsliðnum, nú seinni dysturin móti norska landsliðnum stendur fyri framman.
Skaðin gjørdi, at Ingi als ikki var við í hópinum, sum fór til Noregs, men sjálvur heldur leikarin, at tað var rætta avgerðin at verða eftir í Føroyum.
- Nú havi eg fingið viðgerð fyri skaðan hvønn dag, og sjálvt um eg kanska eisini hevði fingið tað á ferðini, so vildi tað ikki verið rætt, um eg skuldi nýtt tíðina hjá fysioterapeutinum á ferðini. Tá eru tað leikararnir, sum skulu spæla, sum standa fremst í røðini. Og hartil eru eisini onnur geramál á skránni í løtuni, sigur hann flennandi og sipar helst til valstríðið, har Ingi jú er ein av teimum, sum hevur ætlanir um at sleppa inn á ting.

Errin av liðnum
At sita heima og hyggja at, meðan føroyska hondbóltslandsliðið roynir seg í altjóða dysti, man í øllum førum vera ein nýggj uppliving hjá Inga, men hóast hetta helst mundi kennast eitt sindur hugstoytt, so tykist hann á ongan hátt lata seg merkja av hesum.
- Eg má siga akkurát sum er, at eg var stoltu av leikarunum. Høvdu vit kunna valt áðrenn dystin, so høvdu vit fegnir vilja selt hann fyri 12 mál, so úrslitaliga var hatta sera flott av leikarunum. Og hóast eg ikki var við, so var eg eisini errin av, at hava verið ein partur av tí landsliðnum, sum nú er bygt upp.
- Og eg haldi eisini, at normenn vóru eitt sindur skakkir um, at teir hóast alt fingið somikið frægt av mótstøðu. Ikki minst haldi eg, at skotsterku bakkarnir hjá okkum órógvaðu teir nógv, og tað var eisini sjónligt í seinna hálvleiki, har teir regulert fara út í mansverju av Sámali. Tað hevði eg so í øllum førum ikki vænta fór at henda.
Sjálvandi kann tað eisini hjá slíkum spælarum vera tungt at seta seg upp, tá talan er um mótstøðu frá slíkum pinkulingum, sum vit jú eru. Men hinvegin er her talan um leikarar, sum spæla í eitt nú Flensburg og Barcelona, og tá burdi talan verið um eitt sera høgt botn-niveau, men tíbetur var tað ikki so høgt, sum fryktandi var fyri.

Einastandandi møguleiki
Tá tosið fellir inn á dystin nú leygardagin, so er Ingi eitt sindur í iva um, hvussu hesin fer at spæla av. Men spenningurin í røddini, er tó ikki at fara skeivur av.
- Fyrst og fremst, so er sjálvandi umráðandi, at vit spæla upp til okkara besta. Vit skulu spæla eins skilagott, sum liðið gjørdi tað í Noreg, og so er at vóna, at orkan aftur er til at koyra á alla tíðina. Sjálvandi verður neyðugt við útskiftingum, tí eingin av okkara monnum hevur nakran møguleika fyri at standa seg í 60 minuttir móti hasum monnunum.
- Spurningurin er so sjálvandi eisini, hvussu nógv normenn leggja fyri. Onkur hevur nevnt, at teir kunnu fáa tørv á einum góðum málmuni, men tað haldi eg vera tvætl. Teir vita fullvæl, at vinna teir ikki á Rumenia, so kann tað gera tað sama allíkavæl. Hinvegin kann eisini vera, at menninir nú vilja sleppa úr skugganum á kvinnunum, sum jú hava verið tað stóra innan hondbóltin í Noreg, so tað kann vera, at teir seta fult trykk á. Men tað fáa vit so at síggja, heldur Ingi, sum at enda leggur afturat, at hjá føroysku leikarunum ræður tað einamest um eisini at njóta upplivingina, sum slíkir dystir eru.
- Tað er kanska bara eina ferð í lívinum, at tú fært møguleika at spæla móti teimum stóru liðunum í Europa. Her hava vit leikarar, sum eru heintaðir úr teimum allarbestu, og tað er ein møguleiki, sum vit kanska ikki fáa aftur. Tað er ein uppliving, sum vit eiga at njóta, og tað er samstundis ein uppliving, sum eigur at fáa allar leikarar at stríðast fyri at koma á landsliðið. Kann ein slík gularót ikki fáa teir til tað, so veit eg ikki, hvat tað skuldi verið, sigur royndasti maðurin í føroyska hópinum at enda.