Kyndilskvinnur vunnu sær ein fyrimun áðrenn onnur FM-finalan verður spæld í Vestmanna leygardagin klokkan 16.
Kyndil vann 19-16. Støðan í steðginum var javnleikur 10-10.
Kyndil – VÍF 19-16 (10-10)
Kyndil: Turið Arge 7, Marianna G. Eystberg 5, Bára K. Hansen 3, Bjarta O. Johansen 2, Súna K. Hansen 1, Anja Eliasen 1
VÍF: Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 3, Durita C. Jojic 2, Kathe Frederiksen 2, Tóra Seloy 1
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Inga Olsen, høvuðsvenjara hjá VÍF aftaná dystin.
Ingi Olsen er greiður yvir málsetningin, VÍF má vinna leygardagin fyri at fáa ta triðju FM-finaluna. Skal tað eydnast má álopsspælið betrast nógv í mun til dystin í kvøld.
Ingi Olsen ásannar, at tað er eitt stórt afturstig fyri VÍF, at Marianna Holm Jacobsen hevur fingið álvarsaman skaða í knænum, tí hon hevur staðið seg væl í bæði álopspartinum og í verjupartinum.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av dystarendanum, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Kyndli, Flemming Raben hoyrast HER










