Er tað ein, sum er spentur uppá, hvørja lagnu Eik fær, er tað Ingi Højgaard.
Hann er nevndarformaður í tveimum stórum projektum, sum Eik er høvuðspartur í viðvíkjandi fígging.
Ingi Højgaard er nevniliga bæði nevndarformaður í Fiskavirking og í partafelagnum, sum ætlar at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.
Tað er Eik, sum fíggjar Fiskavirking og samstundis er Eik-grunnurin partaeigari í felagnum, sum ætlar at gera undirsjóvartunnilin.
Tað var eisini Eik, sum skuldi hjálpa til at útvega fíggingina.
Hann viðgongur, at tað er rættiliga ógreið í løtuni, bæði hvat Fiskavirking og undirsjóvartunlinum viðvíkur.
Fiskavirking brúkti Kaupting bankan, men hann fór á heysin. Síðani yvrtók Eik fíggingina og nú stendur hann fyri falli.
Hann sigur, at í Fiskavirking og í undirsjóvartunlinum fáa tey onki gjørt, uttan at bíða og vita, hvussu leikur fer.
Vit bíða eftir eini fráboðan um, hvat hendir.
Men hann viðgongur eisini, at hvat Fiskavirking viðvíkur, veit hann ikki, hvussu leingi tey tola at bíða.
Men hann ásannar eisini, at tað kann fáa týdning um Eik endar undir Finansiel Stabilitet og verður niðurlagaður og seldur í bitum, ella um tað eydnast føroyingum at reisa neyðuga kapitalin og varðveita Eik, sum banka.
- Hvar tað endar við, kann verða rættiliga avgerðandi fyri Fiskavirking og undirsjóvartunnilin, sigur Ingi Højgard.










