Ungi vágbingurin Ingi Poulsen er kendur sum undirhaldari við guitara og sangi.
Nú hevur hann verið í upptøkuhølunum og innspælt lagið Tann Fittasta, ið hann sjálvur eigur orð og lag til.
Hann hevur verið í nýggju upptøkuhølunum, sum Tróndur Enni hevur latið gera á Tvøroyri.
Manningin er hendan:
Ingi Poulsen: Sang. Jósva Debes: Trummur. Mikkjal Hvannastein: El Guitar. Tróndur Enni: Bass, Acc Guitar, El Guitar, kór og Blásarar ( Trompet flugel horn og Es horn). Finnur Hansen: Klaver, Orgul, percussion. Upptøkur go produktión: Tróndur Enni. Mixing og Mastering: Finnur Hansen.
Lagið hoyrist her og fæst eisini á Itunes.