TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Inga Olsen, venjara hjá VÍF aftaná 24-28 tapið hjá vestmenningum ímóti H71 í Hoyvíkshøllini fyrr í kvøld.
Ingi sparir ikki uppá sjálvkritikkin, og hann setir enntá tal á stóru villirnar, sum hansara menn gjørdu í dystinum: - Vit gera minst 15 álvarsamar villir, staðfestir Ingi.
Spurdur um VÍF fer at grava Agnar Joensen og Sámal Joensen fram aftur, svarar Ingi, at tað hevði verið ein ynskistøða, men hann torir ikki at siga, um tað fer at blíva til nakað ítøkiligt.










