- Vit hava avgjørt møguleikan at sleppa til HM.
Tað sigur vestmenningurin, Ingi Olsen, sum nú býr í Grønlandi.
Hann hevur verið hondbóltsvenjari í Grønlandi og tað hevur hepnast so væl, at hann nú er vorðin hjálparvenjari hjá grønlendska manslandsliðnum í hondbólti.
Fyrsta avbjóðingin er ein undankapping til Pan Amerikansku leikirnar, sum eisini er kvalifikatiónskapping til HM í Quatar í 2015.
- Vit hava avgjørt møguleika fyri at spæla okkum til HM, sigur Ingi Olsen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr inga Olsen greiða frá
|