Ingi og Jann Ingi á landsliðið

Jógvan Martin Olsen hevur um vikuskiftið boðsent tveimum nýggjum spælarum

Fótbóltur

 

Hvørki Jákup á Borg ella Mikkjal Thomassen eru tøkir hjá landsliðsvenjaranum til dystin mikukvøldið. Teir noyddust báðir skaddir av vøllinum, og í báðum førum varð staðfest, at tað verður vónleyst at fáa teir spæliklárar til mikudagin.

Tí gjørdist neyðugt hjá Jógvan Martini Olsen at boðsenda nýggjum monnum, og er valið her follið á Jann Inga Petersen úr B68 og Inga Højsted úr B36.

Teir báðir hava áður verið í landsliðsmyndini. Jann Ingi var fyri fimm-seks árum síðani mest sum fastur partur av landsliðshópinum, men tað støðuna hevur hann ikki havt nú í eini fýra ár.

Ingi Højsted var ein av spælarunum, sum Jógvan Martin Olsen ætlaði at byggja nýggja landsliðsættarliðið um, men drúgvir skaðasteðgir hava borið við sær, at hann ongan tíð hevur vunnið seg inn á ætlaða sentrala leiklutin.

Seinastu tveir mánaðirnar hevur Ingi tó verið fastur partur av liðnum hjá B36, og avrikini hava her verið somikið góð, at hann nú er kallaður aftur í landsliðshitan.