- Sjálvandi blivu vit eitt sindur kløkk, men vit taka tað á ongan hátt persónligt.
Rói Norðoy og Eivinn Bringsberg eru leiðarar í samkomuni, Getsemane, í Klaksvík.
Teir staðfesta, at teir eru ikki fegnir um seinasta partin av sendirøðini, Fólksins rødd, í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Í sendingini segði tann bersøgni Ingi Sørensen sína ótálmaðu meining um virksemið hjá hesi samkomuni.
Men hóast teir báðir leiðararnir í Getsemane eru harmir um, at tey ikki sluppu at svara álopinum frá Inga Sørensen, staðfesta teir í eini sending hjá Kedes, at tey ikki ber agg, hvørki til Inga Sørensen ella til Kringvarpið.
Men Rói Norðoy og Eivinn Bringsberg staðfesta kortini, at tað er eitt slag av forfylging, tá ið Ingi Sørensen sleppur at leypa á eina samkomu í einum almennum fjølmiðli, vit øll betala til, uttan at samkoman sleppur at svara aftur í somu sending.
Kortini siga teir báðir, at teir taka tað hvørki tungt ella dramatiskt.
- Vit vita, at tað er talufrælsi og tað virða vit. Fólk eru vælkomin at halda og siga tað, tey vilja um okkum.
- Tað taka vit okkum ikki nær upp á nakran, sum helst máta og vit taka tað ikki persónligt.
- Hatta er farið!
Spell
Teir leggja afturat, at hóast menniskja siga slíkt um samkomuna, meta teir øll menniskju eins.
- Guds Orð áleggur okkum at elska øll menniskju, eisini tey, sum eru nær og fjar - fyri at siga tað upp á ein penan máta.
- Tað er bara spell at verða so illa stýrdur av sínum sjálvrættvísi, at ein ikki vilja vera eitt livandi medmenniskja.
Tey í Getsemane ætla sær ikki at gera meiri burtur úr hesum.
- Tað hava vit ikki tørv á. Vit skulu ikki dyrka forfylging, men skulu altíð berjast fyri okkara rætt, siga Rói Norðoy og Eivinn Bringsberg.
- Ein skal vísa tolsemi, men tá ið tað kemur til kristin, er tað líkasum ikki neyðugt at vísa sama tolsemi, halda teir fyri.
- Vit, sum boða Guds orð, kunnu ikki vænta annað enn at fáa mótstøðu, tí Jesus sigur, at tey hava forfylgt mær og tey koma eisini at forfylgja tykkum, er sannføringin hjá leiðarunum í Getsemane.
Vildu sloppið framat
Teir báðir leiðararnir í Kedes halda, at tá ið ein felagsskapur soleiðis verður álopin í einum almennum fjølmiðlum, mugu vit hava ein betri fjølmiðlasið, at lata tey, sum verður ákærd, eisini sleppa framat.
- Tað er ikki góður og siviliseraður miðlasiður at gera tað soleiðis, halda Rói Norðoy og Eivinn Bringsberg.
- Allar partar eiga at verða hoyrdir, tí tað er tað, sum myndar eitt fólakræðið og tað er tað, sum eru tey kristnu virðini.
- Men fólk mugu eisini hava loyvi at hava eina øðrvísi áskoðan enn vit. Vit skulu hava pláss fyri øllum í okkara samfelag. Vit virða talifrælsu tí tað er kjarnan í einum samfelagi við fólkaræði, siga teir báðir.
Heilavaska ungdómin
- Eg vil siga, at í mínari verð er hetta her tann beri....(Kringvarpið doyvir tað næsta orðið)
- Her lokka tey okkara kostbara ungdóm inn og heilavaska hann og fullkomiliga forskrúva teirra psyku.
- Er tað soleiðis, mann byggir land?
- Altso hvar eru menninir í bygdini?
Hetta vóru orðini, sum Ingi Sørensen hevði at bera til samkomuna Getsemane í Klaksvík í seinasta partinum av Fólksins Rødd, sum varð send 24. Mars.
Fekk ringan smakk í munnin
- Hetta er eitt sindur langt úti og eg sat eftir við einum ringum smakki í munninum.
Rógvi Joensen í Kedes í Klaksvík var eitt sindur skelkaður, tí hann heldur, at hesuferð varð Fólksins rødd persónlig.
Hann fyriskipaði sending har hann setti kikaran á hetta brotið í Fólksins rødd, har Ingi Sørensen skuldsetir samkomuna Getsemane fyri at heilavaska ungdómin.
Hann spyr, hvar markið gongur og nær talan er um undirhald og nær talan er um happing og útspilling.
- Tey, sum gjørdu sendingina, hava uttan iva hildið, at talan var skemt. Men áðrenn ein skemtar við nøkrum, má ein eisini hugsað um hvussu tað rakar onnur.
Hann staðfestir, at tað hoyrir einum framkomnum samfelagi til, at tann ákærdi eisini verður hoyrdur.
- Sjálvt Saddam Hussein slapp at verða førdur fyri ein dómara at verða hoyrdur, segði Rógvi Joensen.