Ingi fer ikki til Rangers

Í gjár fekk Ingi Højsted endaliga at vita, at hann ikki fær nakran sáttmála við skotska stórfelagnum Glasgow Rangers.

Eftir at Ingi Højsted og enska felagið Arsenal fyrr í ár komu ásamt um at enda teirra samstarv, hevur ungi havnarmaðurin verið í sambandi við fleiri feløg, sum hava áhuga í evnaríka miðvallaranum. Millum annað var skotska stórfelagið Glasgow Rangers sera áhugað í Inga, og tí var hann boðsendur til royndarvenjingar.

Áhugin er stórur
Hóast Glasgow Rangers eftir fyrstu vitjanina hjá Inga enn einaferð sendi boð eftir føroyska miðvallaranum, og Ingi tískil fyri aðru ferð royndarvandi í felagnum, spurdist einki burturúr. Í gjár fekk Ingi Højsted at vita, at hann ongan sáttmála fær frá Glasgow Rangers í hesum umfari.
Umboðsmaðurin hjá Inga Højsted, Jákup í Stórustovu, sigur, at hóast einku spurdist burturúr venjingunum hjá Inga í Glasgow Rangers, so eru vónirnar góðar um, at tað fer at eydnast unga manninum at fáa ein sáttmála við okkurt annað felag. Jákup í Stórustovu greiðir frá, at Ingi longu í komandi viku aftur fer at vitja okkurt felag, har hann skal royndarvenja, og fleiri onnur feløg liggja framvið, sigur hann.
Tað hevur ljóðað, at tvey av feløgunum, sum hava sýnt Inga áhuga, skulu verða hollendska Ajax Amsterdam og enska Bolton. Serliga skal Bolton hava sýnt Inga stóran áhuga, og vælvitandi keldur vilja verða við, at tað er hagar, at leiðin hjá Inga gongur í næstu viku. Jákup í Stórustovu vil tó hvørki vátta ella avsanna hesi tíðindi. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa fatur á høvuðspersóninum sjálvum.