TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við venjaran hjá VÍF, Inga Olsen aftaná 24-24 javnleikin millum Kyndil og VÍF í FTZ deildini.
Ingi er stak illa nøgdur við at fáa eitt stig. Hann heldur, at VÍF hevði Kyndil í sekkinum, men teir bundu ikki um. Tað stóð væl til á máltalvuni í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki misti VÍF takið á dystinum, tí avtalur vóru slettis ikki hildnar. VÍF-venjarin ætlaði sær so avgjørt tvey stig í dag, og fer tí vónbrotin norður aftur til Vestmanna við bert einum stigi.
Nú er steypakappingin á skránni, og Ingi sigur avgjørdur, at teir í VÍF ætla at verja steypagullið.
Støðan í FTZ deildini :