Ingi er bjartskygdur

Í dag skal føroyska hondbóltslandsliðið royna seg móti Ísrael, og liðformaðurin Ingi Olsen er bjartskygdur og trýr uppá eitt gott úrslit, hóast liðið fekk ein ordiligan frammaná móti Finnlandi sunnudagin

? Eg eri bjartskygdur undan dystinum móti Ísrael í dag, og eg trúgvi framvegis, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit móti ísraelum, sigur Ingi Olsen, liðformaður á føroyska hondbóltslandsliðnum.
Hann varðveitir vónina um eitt gott úrslit, hóast føroysku leikararnir fingu ein dyggan undir vangan, tá teir máttu lúta heili 31-15 móti Finnalndi.
? Vit kláraðu ikki at halda høvdið kalt í dystinum móti Finnlandi. Eftir ta góðu byrjanina, herjaðu vit á ístaðinfyri at draga ferðina úr dystinum, sigur VÍF leikarin Ingi Olsen, sum heldur, at finnar høvdu analyserað tann fyrra dystin betur enn føroyingar, og teir høvdu tí funnið fram til veikleikarnar á føroyska liðnum.
Hann vísir eisini á, at føroysku leikararnir als ikki fylgdu upplegginum hjá venjaranum, og hetta vórðu teir revsaðir fyri. Eftir dystin vóru leikararnir sera vónbrotnir, men teir eru uppsettir uppá at betra um avrikið, nú Ísrael er mótstøðuliðið.

Ísraelar eru væl fyri
Ingi Olsen kennir ikki so nógv til ísraelska liðið, men hann og leikararnir hava sæð ein dyst, sum Ísrael spældi móti Danmark. Ísraelar taptu við heilt fáum málum.
? Ísraelska liðið spælir sera skjótt frameftir vøllinum, og teir royna at avslutta beinanvegin. Vanliga dekka teir sera offensivt, og leikararnir eru høgir. So vit fáa okkum veruliga royndar, sigur Ingi um ísraelar.
Ingi Olsen vísir á, at ísraelar kanska fara at undirmeta Føroyar, og hetta kann gerast ein fyrimunur fyri okkum.
Spurdur um hvat skal til fyri at føroyingar kunnu fáa eitt gott úrslit móti Ísrael, svarar hann, at tað er alneyðugt, at allir leikararnir hava ein góðan dag, og at allir berjast sum úlvur á skóg fyri hvørjum øðrum.
Hann ávarar tó ímóti at hava ov høgar vónir, tí teir flestu leikararnir hava lítlar og ongar royndir í altjóða hondbólti. Tað er eisini ein sannroynd, at Ísrael hevur eitt betri lið enn Føroyar.

Einki mál fingið enn
Persónliga hevur tað ikki gingið serliga væl hjá føroyska liðformanninum. Ingi hevur enn einki mál fingið í teimum báðum dystunum móti Finnlandi.
Ingi Olsen hevur verið ein av leikarunum, sum oftast hevur gingið á odda í málskjótingini og hevur tikið ábyrgd inni á vøllinum. Hetta hevur ikki eydnast hesuferð, og tað nívir sjálvsagt tann garvaða vestmenningin.
? Eg havi ofta skotið nógv mál, men tað hevur als ikki gingið hesuferð, og tað eri eg vónbrotin um, sigur hann. Ingi hevur tó ikki havt meira enn eini sjey royndir uppá mál í báðum dystunum móti Finnlandi.
Hann vísir á, at finnar trýstu spælið inn á miðjuna, og at verjan gjørdist sera tøtt av tí sama. Hetta darvaði honum nógv í spælinum, og hann hevði ilt við at spæla bakkarnar upp. Finnland spældi við eini 5-1 verju, og tann eini maðurin datt næstan heilt niðan á Inga, sum at kalla bleiv mansvardur.
? Vit fingu onga breidd í spælið, og vit brúktu ikki vøllin nóg væl, vísir hann á.
Ingi Olsen er keddur av, at ein maður sum Áki Mørk ikki kann vera við, tí tað hevði ligið væl fyri hjá Áka at loyst Inga av, tá tað ikki gongur eftir vild á vøllinum.

Mugu reisa seg
? Tað er sera umráðandi, at vit reisa okkum eftir seinasta dystin, og vit trúgva uppá eitt gott úrslit. Tað skal tó ikki misskiljast soleiðis, at vit halda okkum vera betri enn Ísrael, men tað ber til, sigur Ingi Olsen.
Hann sigur víðari, at leikararnir sera fegnir vilja geva áskoðarunum eina betri uppliving enn seinast, tá eingin spenningur var í dystinum. Hann vísir tó á, at Finnland spældi sera væl, og at teir vóru meira enn væl nøgdir við sítt avrik.
Føroyska landsliðið vandi fyri seinastu ferð mikukvøldið í Vestmanna, og hóskvøldið høvdu leikararnir frí. Í dag, fríggjadagin, klokkan hálvgum átta møtir føroyska liðið so Ísrael í høllini í Vestmanna.