Tá ið Norrøna kom til Føroya fyri viku síðan, var Ingerð Klein Olsen við.
Norrøna, sum vit halda vera eitt stórt skip, er eitt lítið skip samanborið við skipini, sum hon siglir við.
43 ára gamla Ingerð Klein Olsen býr í Danmark og er bara komin heim at vitja foreldrini í Vestmanna.
20. august fer hon umborð á MS Queen Victoria í seks vikur fyri at læra tað skipið nærri at kenna, og í november tekur hon við sum kapteynur á tí skipinum. Tað verður yviri í Karibia.
- Mær hevur altíð dámt tað fría lívið. Eg helt tað vera spennandi at koma umborð á skip og sleppa út í verðina. Men tá eg fyrstu ferð fór út at sigla, hevði eg ongar ambisjónir um at blíva til tað, sum eg eri í dag, sigur Ingerð.
16 ára gomul fór hon umborð á farmaskipið Blik, sum hon í eitt ár sigldi við sum stevardur, og tá fekk hon blóð upp á tonnina.
Hon søkti til DFDS og slapp inn í reiðaríið sum stýrimansnæmingur. Í 1994 tók hon prógv sum skipsførari og helt fram við at sigla við skipunum hjá DFDS.
Fór víðari
- Tað vóru fraktskip, og eg fekk nóg mikið av at sigla i tí buldruta veðrinum í Norðsjónum, sigur Ingerð.
Hon fór tí í 1997 at kanna møguleikarnar fyri at fáa okkurt annað arbeiði, og eitt, tvey trý fekk hon starv hjá stóra bretska reiðarínum Cunard í Southampton. Tað er reiðaríið, sum eigur Queen-skipini.
Tað gekk bara ein vika, til hon mynstraði í Keypmannahavn við stóra skipinum rundferðarskipinum Vistafjord.
- Tað var sum at koma í eina heilt aðra verð. Ferðafólkini vóru ríkfólk, og vit sigldu runt í heiminum. Umleið 1000 starvsfólk vóru umborð.
Ingerð mynstraði sum 2. stýrimaður, og nakrar mánaðir seinni varð hon flutt upp til at vera 1. stýrimaður.
Hon treivst so væl, at hon ongan hug hevði at venda aftur til DFDS, sum hon hevði farloyvi frá, og tí segði hon upp hjá DFDS.
Royndirnar taldu
Ingerð heldur, at tað gekk so væl hjá henni at fáa nýtt arbeiði, tí hjá DFDS hevði hon drúgvar roynir við trygd umborð á ferðafólkaskipum, og hon hevði verið við til at læra fólk upp í trygd.
Í skipsvinnuni henda javnan samanleggingar, og reiðaríið Carnival Cruise Lines yvirtók Cunard. Tað gav Ingerð møguleikan at royna seg umborð á leiri øðrum skipum.
Í 2003 varð hon flutt upp til at vera staff kapteynur á seks stjørnaða rundferðarskipinum Seabourn Pride.
- Ein staff kapteynur er at kalla ein varakapteynur, sum hevur ábyrgdina av trygdini umborð, og bæði kapteynurin og staff kapteynurin eru á brúnni, tá ið skipið leggur at og fer frá.
Ingerð stóð fyri arbeiðinum at byggja stóra rundferðarskipið Aqura í Italia, har hon í tí sambandi búði í eitt hálvt ár.
- Tað var sera áhugavert, og nógv var at halda eyga við.
Royndi átta til fimm arbeiðsdag
Í eitt ár arbeidi hon á skrivstovuni hjá reiðarínum í Miami og stóð fyri ymiskum verkætlanum. Hetta var meðan Queen Mary II varð smíðað. Tað var eisini ein góð tíð við átta tíma arbeiðsdegi, og tað merkti m.a. at hon kundi tekna seg til ymist um kvøldið. Tað ber ikki til, tá ið hon siglir, sjálvt um hon hevur eina góða skipan við hálvum fjórða mánaði úti og trimum mánaðum heima.
Øll hesi árini hevur hon siglt við fleiri ymiskum skipum.
Nú hevur hon ferðast so nógv runt í heiminum, at hon kennir tey spennandi støðini, og ferðatrongdin er mettað.
- Av tí sama eri eg eisini farin at raðfesta meg sjálva meira, sigur Ingerð, sum hevur valt at liva sum støð.
Á toppinum
Ingerð er fegin um at verða útnevnd til kapteyn á Queen Victoria, men hinvegin merkir tað, at hon einki meira hevur at miða eftir í arbeiðslívinum. Hon sleppur ikki longur upp á stiganum enn at vera kapteynur.
Tað er eingin munur á, um kapteynurin er kvinna ella maður, tí bæði kyn eru líka væl før fyri at røkja slíkt arbeiði.
- Eg kann mæla øðrum kvinnum til at søkja inn í hesa vinnuna, men tað krevur at hava hug til slíkt arbeiði, og tað krevur eisini at leggja lívið eftir tí, sigur Ingerð, sum eisini heldur, at góðir arbeiðsmøguleikar eru fyri føroyingar á teimum stóra rundferðarskipunum.
Hon hevur havt fleiri kvinnuligar stýrimenn undir sær hesi árini, men fyri tað mesta sigla kvinnur ikki í so nógv ár. Tá ið tær finna sær mann og fáa børn, fara tær í land, og oftast fara tær ikki út aftur at sigla.
- Vit síggja eisini, at tey fægstu reiðaríini hava farloyvisskipanir. Tað hevur stutt sagt ikki verið brúk fyri teimum.
Ingerð heldur, at aftra kvinnur seg við at fara við skipum og vera heimanifrá í fleiri mánaðir, kundu tær siglt við ferjum, ið koma inn hvørt kvøld. Ella kundu tær farið við skipum og verið 14 dagar úti og 14 dagar heima. Men tað krevur, at maður og kona duga at innrætta seg eftir tí.
Royndirnar kunnu brúkast í landi
Enn veit Ingerð ikki, hvussu leingi hon fer at sigla. Tað kann verða, at hon ein dag søkir arbeiði í landi. Royndirnar frá skipunum kunnu væl takast við í land. Hon hevur arbeitt nógv við trygd, staðið fyri umvælingum innan- sum uttanborða og havt nógv fólk undir sær. Haraftrat kennir hon týðandi fólk kring allan heimin. Tað telur ikki einki.
- Hetta er galdandi fyri meg sum onnur. Leiðsluuppgávan er tann sama, uttan mun hvat arbeiðið er.
Tað einasta keðiliga við at sigla við hesum skipunum heldur Ingerð vera donsku skattaskipanina. Fyri at ikki øll hýran skal fara í skatt, kann hon ikki vera í meira enn 84 dagar um árið í Danmark. Tað merkir, at hon ofta er noydd til at halda frí í øðrum londum.
- Hevði tað ikki verið, høvdu óivað fleiri skipsførarar valt hetta arbeiðið, sigur Ingerð.