Inger arbeiddi sum sjúkrahjálpari í Danmark og á Landssjúkrahúsinum, áðrenn hon í 1980 byrjaði sum sjálvstøðug og leigaði seg inn í SMS, ið júst tá varð útbygt við øðrum byggistigi. Hon hevði fyrsta handilin har við barnaklæðum, Pinkan, og eitt ár seinni læt hon upp ein handil afturat sum fekk navnið Fípan, sum var ein handil við barnaútgerð og klæðum til pinkubørn. Hetta vóru nøkur sera spennandi ár hjá henni, sum hon treivst væl við. Men tá hon í 1985 fekk ein son, ein eftirnølara, valdu hon og maðurin, Jens Petur, at selja handlarnar í SMS.
Hon var so heimagangandi til 1997, samstundis sum hon eisini tók HF-prógv. Í 1997 keyptu Inger og Jens Petur ognirnar hjá Jóan Jakku í Vágsbotni, og hevði Inger handil har til 2002, tá hon gavst vegna vánalig heilsu.
Stóri frítíðaráhugin hjá Inger er havin, har hon brúkar nógv av síni tíð. Hon bindur eisini fyri Guðrun & Guðrun, og um summarið hevur hon Ból & Bita, har hon kemur í samband við nógv ymisk fremmandafólk.
Børnini eru fýra: Heðin, Anna Katrina, Malan og Meinhard. Barnabørnini er seks í tali.
Dagin heldur Inger heima í Skotarók leygardagin 30. mai frá kl. 11 til 15.
-red










