Orðaskiftið hevur verið um ríkisfelagsskapin í danska Fólkatinginum um dagarnar. Setti meg at lurta eftir hesum orðaskifti fyri at vita, hvørjar hugsanir okkara fólkatingsumboð høvdu um málið. Eg má erliga viðganga, at eg helt, at eg hevði sett inn á eina kanal, sum sendi gamlar upptøkur frá 1915 og ikki 2015. Sjálvdan havi eg upplivað ein slíka politiska anakronismu sum hetta orðaskiftið var, og eg bleiv rættilig hørm um, at vit ikki eru komin longur enn at standa í Fólkatinginum við hattinum í hondini og biðja danska statsministarin taka um endan í Føroyum.
Talan var umboð sambandsfloksins sum kærdi sína neyð um føroyska heilsuverkið, og at danir áttu at játta neyðuga peningin til okkara heilsuverk. Vit kunnu kjakast longi og langt um føroyska heilsuverkið og tær avbjóðingar, sum eru har, men at føra hesi viðurskfti fram í Fólkatinginum á hendan hátt, vísir ómegd og er ovboðið fyri tað umboðið, sum hóast sambandsfólk, so ella so umboðar alt føroya fólk í danska Fólkatinginum. Hvar er æran og stoltleikin hjá sambandsflokkinum á Fólkatingi? Er hetta veruliga tann politikk sum 26% av føroyskum sambandsveljarum sambært veljarakanning herfyri ynskja, at vit skulu føra i Fólkatinginum ? Vónandi ikki, vónandi finnast eisini stoltir sambandsveljarar sum ynskja eina aðra kós enn hesa, sum varð borðreitt við um dagarnar. Svarið frá statsministarinum var ikki óvæntað og rættiliga sjálvsagt, at ”Det má I selv klare”, og soleiðis eigur tað at vera.
Annika Olsen,
Fólkaflokkurin