Ingeborg Vinther tekur sína seinastu vakt

Tá ið Føroya Arbeiðarafelag heldur aðalfund í næsta mánaði, fer Ingeborg Vinther at bjóða seg fram at standa á odda fyri felagnum í eitt valskeið afturat. Men hon sigur heilt avgjørd, at um tvey ár leggur hon frá sær

- Hetta verður so heilt avgjørt seinastu ferðina.

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er nú av álvara farin at telja niður til at hon skal fara frá við eftirløn.

Og sostatt fer eitt sermerkt og virkið tíðarskeið í føroyskari fakfelagsrørslu í søguna.

Tá ið felagið hevur aðalfund í næsta mánaði, stendur Ingeborg Vinther fyri vali og hon hevur gjørt av bjóða seg fram einaferð afturat.

- Eg havi umhugsað hetta væl og virðiliga og leingi lá í luftini, at nú var tann rætta stundin komin at lata Føroya Arbeiðarafelag upp í hendurnar á nýggjum kreftum, sigur hon.

Men hon er kortini komin til ta niðurstøðu, er hon fer at bjóða seg fram í eitt valskeið afturat.

- Men hetta verður so heilt avgjørt seinastu ferð, at eg stilli upp til formann í Føroya Arbeiðarafelag.

Hvørt valskeið er tvey ár, so á aðalfundinum í 2011 er púra greitt, at Ingeborg Vinther fer at leggja frá sær.

- Tá verðið eg næstan 66 ár og tá er tíð at gevast, sigur hon.

So tað er í øllum førum greitt, at Føroya Arbeiðarafelag ger klókt í at brúka hesi bæði næstu árini at positionera eitt nýtt fólk at standa á odda fyri felagnum.

Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag er akkurát í holt við umfatandi umbyggingar í felagshúsinum í Stoffalág og tí heldur hon, at tað er óheppið, at hon leggur frá sær nú.

Ingeborg Winther bleiv forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á vári í 1980 og hon hevur sostatt staðið á odda fyri landsins størsta arbeiðarafelag í heili 29 ár. Og tá ið hon leggur frá sær um tvey ár, hevur hon verið forkvinna í heili 31 ár.

Men áðrenn hon varð forkvinna, hevði hon verið nevndarlimur í trý ár.