Ingeborg Vinther stúrir ikki fyri dómi

Nú kunnu fakfeløg ikki longur krevja, at at arbeiðsgevarar bara skulu hava limir í fakfelag í arbeiði, men tað gevur ikki forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag vøkunætur

 
 
 Arbeiðsmarknaður

 
- Hesum stúri eg ikki so illa fyri.
Ingeborg Vinther, heldur ikki, at tenninar verða trektar úr fakfeløgunum, hóast ein dómur nú er staðfestur á allarhægsta stigi, sum kann tulkast sum eitt álvarsligt bakkast fyri fakfelagsrørsluna.
Altjóða mannarættindadómstólurin í Haag hevur nevniliga staðfest, at ongin kann krevja, at løntakari skal vera limur í einum ávísum fakfelag.
Tað merkir samstundis, at tað er ólógligt at partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera avtalur sum siga, at arbeiðsgevari bara kann hava limir í ávísum fakfelag í arbeiði. Hetta er tað, sum á fakmáli nevnist ekslusivar avtalur.
Sum sæst í aðrari grein her á síðuni, metir arbeiðsgevarafelagið, at hesin dómur kemur eisini at ávirka Føroyar.
Føroya Arbeiðarafelag er nógv størsta fakfelag í landinum og tað hevur ekslusivan sáttmála við arbeiðsgevararnar. Tað merkir at í teimum økjum, sum eru umboðað av Føroya Arbeiðarafelag, skulu øll arbeiðsfólk verða limir í arbeiðarafelagnum.
Hetta er ein avtala, sum arbeiðarafeløgini hava hildið ógvuliga fast um og tað er meiri enn so komið til skarpskeringar og hevur elvt til arbeiðssteðgir, tá ið arbeiðsfólk ikki hava verið limir í rætta felagnum.
 
Rykkir ikki teppið undan
Men Ingeborg vinther heldur ikki, at úrskurðurin í mannarættindadómstólinum í farnu viku, fer at rykkja teppið undan undan fakfeløgunum.
Tí hóast hon ikki stúrir so illa fyri avleiðingunum, heldur hon kortini, at talan er um eitt sera týdningarmikið mál, sum fakfeløgini fara at taka upp til viðgerðar.
Enn er dómurin kortini so nýggjur, at fakfeløgini hava ikki havt stundir at viðgerða hann enn.
Men hon heldur ikki, at hetta fer at føra til tær stóru broytingarnar.
- ­ Tað fer tíðin at vísa, hvørja ávirkan hetta fer at fáa í Føroyum. Fakfeløgini fara í øllum førum altíð at krevja, at rættindini hjá limunum ikki verða skerd. Tað verður eitt krav, sum vit ikki fara at víkja frá.
 
Tænir báðum pørtum best
Annars heldur hon ikki, at tað fer at vera nakar vinningur hjá arbeiðsgevarunum at máa støðið undan fakfeløgunum.
- At arbeiðsfólk eru limir í fakfelag ger, at arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður og ein vælskipaður arbeiðsmarknaður tænir øllum pørtum, eisini arbeiðsgevarunum. Fara arbeiðsgevarar at taka fólk í arbeiði, sum ikki eru limir í fakfelag, verður ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum og tað er avgjørt ikki teimum til fyrimunar. Sáttmálarnir binda jú eisini arbeiðsfólki til at ganga undir ávísar treytir og tí fer tað at føra til óskil, um fólkið ikki longur skal verða skipað í felag.
Ingeborg Vinther leggur afturat, at tað, at øll arbeiðsfólk eru í einum felag, ger, allir at arbeiðsgevarar mugu rinda somu løn og annars arbeiða undir somu treytum í allar mátar.
-Fara arbeiðsgevarar at taka fólk í arbeiði, sum ikki eru skipað í felag, kann tað henda, at arbeiðsgevarar fara at undirbjóðað hvønn annan og tað kann fullkomiliga avlagað kappingina ímillum teir einstøku arbeiðsgevararnar og tað verður ein stórur vansi fyri teir. Tí er tað eisini til fyrimunar fyri arbeiðsgevararnar, at vit hava skipað viðurskifti, sigur Ingeborg Vinther.
Ingeborg Vinther sigur, at hóast mannarættindadómstólurin í Haag hevur felt ein dóm, eru hetta viðurskifti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at loysa við samráðingum sínamillum og honfrábiðjur sær politiska uppílegging.