Ingeborg Vinther ómetaliga vónbrotin av javnaðarflokkinum

Tað sum gongur fyri seg í føroyskum politikki í løtuni,er heilt óhugnaligt fyri verkafólkið, sigur Ingeborg Vinther

Landsfundur hjá javnaðarflokkinum

 Tekur javnaðarflokkurin ikki annað skinn um bak, ætli eg mær í hvussu so er ikki at stuðla flokkinum á næsta vali og eg ætli mær heldur ikki at gera nakað sum helst fyri at hann skal koma í samgongu aftur.
Tað ger Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, púra greitt í kvøld, nú landsfundur javnaðarfloksins verður settur á Svangaskarði um eina løtu.
Hóast hon ikki er limur í nøkrum flokki, dylir hon ikki fyri, at hon hevur stuðlað javnaðarflokkinum, men tað verður ikki aftur, uttan so, at flokkurin broytir kós.
Hon sigur, at í fullveldissamgonguni var tað heilt týðiligt, at tað var fólkaflokkurin, sum spældi fyrstiviolin og tað er akkurát tað sama í hesi samgonguni.
Hon hugsar um tann skatta- og avgjaldspolitikk, sum verður førdur, har fleiri og fleiri avgjøld ella brúkaragjøld verða løgd á fólk og har skattalætti verður í mesta mun latin til tey vælbjargaðu.

Vit skulu gjalda- politikarar skulu valda
Men tað fúlasta dømi av øllum er barnsburðargrunnurin, heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Tað verður sagt, at barnsburðarskipanin skal leggjast undir partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Men hetta heldur Ingeborg Vinter er at kasta tórvmold í eyguni á fólki.
 Veruliga ætlanin hjá samgonguni er, at løntakarar og vinnan skulu betala meir í barnsburðarskipanina og tað eri eg hart ímóti, tí vit hava nóg mikið av avgjøldum frammanundan.
 Men tað verður framvegis politiska skipanin, sum skal varðveita alt valdið á henni. So grov er samgongan ímóti løntakarunum.
IngeborgVinther sigur, at hon hevur varhugan av, at ALS verður tað næsta, sum politikararnir ætla sær at fáa fingrarnar í.
 Politiskir myndugleikar hava ilt av, at tað eru partarnir á Arbeiðsmarknaðinum, sum hava Als undir sær og sum betala til ALS og sum hava valdið á ALS.
Tað, sum sipað verður til, er, at av tí, at ALS er undir arbeiðsmarknaðinum, er skipanin eisini uttanfyri fíggjarlógina. Men ávísir politikarar tvíhalda um, at tað er bara Løgtingið, sum hevur rætt til at krevja skatt, hóast fleiri løgfrøðingar siga tað øvugta, nevniliga, at gjaldið til ALS er ikki skattur, men eitt gjald til ein arbeiðsloysisgrunn.
Ingeborg Vinther sigur, at tey hava roynt at fáa politiska myndugleikan at vátta, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS.
 Men eina slíka váttan er ómøgulig at fáa, sigur Ingeborg Vinther.

Lurta ikki eftir
Hon sigur, at samgongan hevur ferð eftir ferð víst, at hon lurtar ikki eftir pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
 Vit hava mangan sent samgonguni brøv um ymisk viðurskifti, men tað verður ikki lurtað eftir okkum og tað er sjáldan, at vit fáa so mikið sum eitt svar.
Og so er ikki um at tala allar politisku uppíleggingarnar í teir arbeiðssteðgir, sum hava verið.
Hon ásannar kortini, at samhaldsfasti er hækkaður og tað fegnast hon um.
 Men tað var dýrt, tí tað kostaði ein skattalætta upp á 105 milliónir, sum í mesta mun fer til tey vælbjargaðu.
Ingeborg Vinther sigur, at tað er heilt ótrúligt, sum gongur fyri seg í politikki og javnaðarflokkurin hevur tíverri verið eitt stórt vónbrot hjá fakfelagsrørsluni.
 Tekur hann ikki betri partar fyri seg, verður tað ein syndraður flokkur, sum fer til løgtingsval næstu ferð og tað fer ikki at spæla væl av, tí kemur ikki broyting í, er bara at siga takk og farvæl, ongantíð ov skjótt, sigur Ingeborg Vinther.
 So dýr verður hendan samgongan fyri flokkin.
Hon sigur sostatt, at skal flokkurin sleppa snikkaleysur burturúr einum komandi løgtingsvali, eigur hann at finna sínar røtur aftur, ella má hann pakka í sekkin. Við hetta lag, verður prísurin fyri samgonguna ov høgur hjá flokkinum at gjalda, sigur Ingeborg Vinther.