Ingeborg Vinther einmælt afturvald

Tað er nú greitt, at Ingeborg Vinther verður forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í minst tvey ár afturat

Ingeborg Vinther skal vera formaður í Føroya Arbeiðarafelag í minst tvey ár afturat.
Tað var greitt á aðalfundinum fríggjadagin.
Á fundinum skuldi tríggir nýggir nevndarlimir veljast. Tað vóru Ingeborg Vinther, Karla Einarsson og Poul Juul Festirstein, sum stóu fyri vali og tey vóru øll afturvald.
Og tá ið nýggjur formaður í Føroya Arbeiðarafelag skuldi veljast, var ongin ivi. Tað var bara eittans uppskot til nýggjan formann og tað var Ingeborg Vinther. Og hon varð einmælt afturvald.
Hinir nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag eru Agnar Olsen, Margretha Rasmussen, Sunrid Vang og Georg F. Hansen, sum er næstformaður.
Aðalfundurin valdi eisini tríggjar tiltakslimir í nevndina. Tey eru Osmund Berg, Maud Túgvustein og Jógvan Páll Johansen.
Hvørt valskeið er tvey ár.
Ingeborg Vinther varð vald til forkvinnu í landsins størsta fakfelagið í apríl í 1980 og síðani tá hevur hon fingið álit frá arbeiðsfólkini, hvøra ferð hon hevur staðið fyri vali.
Sostatt hevur hon skjótt sitið í hesum sessi í 27 ár.