? Eg vænti, at tað verða harðar samráðingar.
Føroya Arbeiðarafelag, FA, hevur gørt av at siga sáttmálarnar við arbeiðsgevararnar upp.
Talan er um at siga allar tríggjar sáttmálarnar upp, sum FA hevur við arbeiðsgevaran.
Umframt sáttmálan hjá FA sjálvum, er talan um sáttmálan hjá S&K og sáttmálan hjá Heimahjálpunum.
Sáttmálarnir hjá FA og S&K fara úr gildið 1. mai, men tann hjá heimahjálpunum fer úr gildið 1. juni.
Heimahjálpirnar fara úr F.A á nýggjárinum, so tað er ógreitt, hvussu verður við teimum samráðingunum.
Annars bendir alt á, at øll arbeiðarafeløgini fara at siga sáttmálarnir upp.
Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag sigur, at avgerðin um at siga sáttmálan upp verður tikin á aðalfundi í næsta mánaða.
Men sjálv ivast hon ikki í, at sáttmálin verður sagdur upp, og tað verður í hvussu so er tilmælið frá nevndini.
Eisini Havnar Arbeiðsmannafelag fer at taka endaliga støðu á aðalfundi í næstu framtíð.
Men formaðurin, Karl Johansen roknar avgjørt við, at sáttmálin verður sagdur upp.
Eisini í báðum feløgunum í Klaksvík skal aðalfundurin taka avgerðina, men tað verður hildið mest sannlíkt, at tey gera sum hini feløgini.
Harðar samráðingar
Ingeborg Vinther, formaður í FA, sigur, at tað eri so nógv átrokandi mál at samráðast við arbeiðsgevaran um, at hon væntar, at samráðingarnar verða harðar í ár.
? Eitt átrokandi mál er at fáa greiði á tímanum ímillum klokkan sjey og átta um morgunin.
? Tað vísir seg, at tað er so stór ósemja um hendan tíman, at tað er neyðugt at fáa tað í rættlag.
? Vit halda, at arbeiðsfólk eiga yvirtíð fyri hendan tíman, men tað halda arbeiðsgevararnir ikki.
? Tískil er málið enda í gerðarætti.
? Men tað er greitt, at tá ið tað er so stór ósemja um, hvussu nakað skal tulkast, er tað greiðast, er tað rættast at fáa tað heilt greitt, sigur Ingeborg Vinther.
Lønarkrøv
Hvørji onnur krøv verða í samráðingunum hesuferð við formaðurin í FA ikki siga, tí tað skal fyrst viðgerast í felagnum.
Men hon ivast ikki í, at talan verður eisini um lønarkrøv hesuferð.
Men har er so støðið fyri kravinum lagt sigur Ingeborg Vinther.
? Tí tað er onki at ivast í, at løgtingið hevur sjálvt lagt støðið fyri, hvørji lønarkrøv verða sett.
Tað, hon sipar til, er uppskotið at hækka lønirnar hjá tingmonnum.
? Vit vita, at keypiorkan er minkað eini 20% síðani kreppan tók seg upp.
? Men samstundis boða búskaparfrøðingar frá, at tað gongur væl í Føroyum, men at vit mugu vera afturhaldandi í lønarvøkstrinum ? Og hóast Føroyar eru við at gerast eitt láglønarsamfelag, ganga fólkafloksmenn enn og tosa um at seta lønirnar niður.
? Men tá ið teir so koma sjálvir við uppskotið um at hækka sína egnu løn 50% heldur allur logikkur uppat.
? Tí ivast Ingborg Vinther ikki í, at talan verður um lønarkrøv hesuferð.
Hvussu stór lønarkrøvini itey verða ,veit ikki enn.
? Men tað er onki at ivast í, at tað verður hugt eftir, hvat landsins kosnu fólk ætla at fáa sær sjálvum úr landskassanum Og tað er onki ónátúrligt í, at somu krøv koma frá løntakarunum, sum løgtingsfólk seta til landskassan.
Formenninir í feløgunum í Klaksvík duga ikki at siga, hvørja ávirkan uppskotið um lønarhækking til løgtingsfólkini fer at fáa.
Men Vígdis Johannesen ivast ikki í, at tað fær ávirkan.
Eisini Karl Johansen boðar frá lønarkrøvum. Hvussu stórt tey verða, veit hann ikki. Men sum hann sigur:
? Nú eru tað ikki vit, sum leggja út við lønarkrøvum.
Tað, hann sipar til er uppskotið um lønarhækking til løgtingsmenn.
? Kravið er lagt fram so tað er ikki meiri enn rímiligt, at vit eisini seta krøv fram.










