Verkamannagrunnur
Tað var ein embætismaður í Landsstýrinum, sum bjargaði Arbeiðsloysisgrunninum hjá Føroya Arbeiðarfelag.
Hesa áhugaverdu avdúkingina kom Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag við á aðalfundinum um vikuskifti.
Arbeiðsloysisgrunnurin var ein grunnur, sum var rættiliga gamal. Talan var um ein grunn, sum Landsstýrið varð við til at betala til. Talan var um stuðul til tey stóru fakfeløgini og ætlanin var, at hann skuldi brúkast til arbeiðsloysi.
Men tá ið tær ringu tíðirnar komu í nítiárunum og tá skeyt landsstýrið upp, at peningurin úr grunninum varð brúktur til at íløgur í arbeiðspláss.
? Vit svaraðu aftur, at vit høvdu so nógv lokalfeløg, at skuldu vit býta peningin sundur ímillum tey, bleiv onki í part, so tað hildu vit ikki var nøkur loysn.
? Men so ringdi ein embætismaður úr Tinganesi og gav okkum tey góðu ráð, at vildu vit bjarga grunninum, máttu vit ikki taka hann upp á tungu aftur, tí partar av landsstýrinum høvdu í kvittanum at taka grunnin til arbeiðsloysisskipanina.
Tað vildu vit ikki góðtaka, tí hini feløgini, sum høvdu fingið úr grunninum, høvdu brúkt sínar grunnar og vit vildu ikki góðtaka, at vera einasta felag, sum skuldi brúka grunnin til ALS.
? Tí settu vit ístaðin uppá at fáa fult ræði á grunninum.
Tað endaði við, at roknskaparleiðarin í Føroya Arbeiðarafelag fór ein dagin oman í Tinganes og har setti hann seg og gav landsstýrinum tey boð, at hann fór ikki avstað aftur, fyrrenn hann hevði fingið váttan frá landsstýrinum um, at Føroya Arbeiðarafelag fekk fulla heimild yvir grunninum.
Tá ið hann hevði sitið í tríggjar tímar, fekk hann sín vilja, so soleiðis varð tað Føroya Arbeiðarafelag, sum einsamalt fekk heimildirnar yvir grunninum.