Fiskivinna
- Eg haldi, at tað hevur verið minkandi við fiskaarbeiði kring um á virkjunum í seinastuni, og eg trúgvi ikki, tað verður verri, um nøkur virkir keypa sær rávørugrundarlag skip og fiskidagar.
Tað heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, nú Faroe Seafood hevur keypt alt virksemið hjá P/F Beta, sum hevur tveir lutfalsliga nýggjar ísfiskatrolarar og letur tveir trolarar aftrat byggja. Umframt hetta, hevur felagið tvey ísfiskaloyvir aftrat.
- Vit hava sæð, hvussu nógvur fiskur seinastu árini er farin óvirkaður av landinum, og kann ein slík gongd byrgja uppfyri einum parti av hesum útflutningi av okkara rávøru, kann tað vera positivt, at virkir keypa sær skip, heldur hon.
Ikki verri
Ingeborg Vinther sigur seg vóna, at strámannavirksemi, sum hon rópar tað, kanska verður eitt sindur minni við tað, at virkir, sum hava brúk fyri rávøru, keypa sær skip og fiskidagar.
- Tá ið virkir soleiðis brúka nógvan pening til at tryggja sær atgongd til rávøru, kunnu vit vóna, at hetta samstundis fer at síggjast aftur í fleiri arbeiðstímum til limir okkara, sigur hon.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at nógv tann størsti parturin av útflutningi Føroya er fiskur, og tí er ógvuliga umráðandi, at vit ikki síggja fiskivinnuna sum nakað, ið vit kunnu vera fyriuttan.
- Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu vit sum samfelag skulu kunna yvirliva uttan eina útflutningsvinnu, leggur Ingeborg Vinther dent á.